Kære mindet.dk-bruger
Vi har opdateret vores servere. Hvis du skulle opleve problemer, bedes du kontakte os på kontakt@mindet.dk.
Med venlig hilsen mindet.dk
Í dag hevði tú fylt 32 ár elskaði. Mamma saknar teg so sáran, men eri glað fyri, at tú ert hjá nøkrum av okkara allarbestu. Hjartaliga til lukku og heilsa øllum.
Muss og klemm frá
Mammu
Gleðilig jól elskaði sonur mín. Takk fyri øll tey góðu minnini, sum mamma goymir í hjartanum. Mamma elskar teg.
Elskaði sonur mín. Hjartaliga til lukku við 30 ára føðingardegnum 1. des. Tað er so trist, at verfaðir tín stóð undir børu, tá ið tú hevði føðingardag, tí kemur heilsan nústani. Men vit hugsaðu um teg góði, tað er heilt vist. Tað er ein troyst, at tit aftur eru saman, men nógvur saknur og sorg yvir, at hann heldur ikki orkaði meira. Alt tað besta og muss og klemm til tykkum báðar.
Kærar heilsur
Mamma
Elskaði sonur mín. Til lukku við 29. ára føðingardegnum. Vit gjørdu bomm, fingu kakao og bollar og sungu fyri tær. Takk fyri ein góðan føðingardag elskaði.
Í dag verður tú 28 ár. Vit savnast og ynskja tær tillukku. Vit hava so nógv góð minni at gleðast um. Tú ert við og hjá okkum altíð. Vit elska teg ❤❤❤
Góði elskaði Bjørn. Í dag hevði tú fylt 27. ár. Mamma og Bianca Rose hava havt eina deiliga løtu, har vit tendraðu stjørnuna, hugnaðu okkum. ótu lagkøku og spældu yatzy. Tíðin rennur avstað, so vit nærkast í hvørjum. Takk fyri alt, sum tú vart fyri mammu og okkum øll. Verðins besti og fittasti sonum. Muss og klemm elskaði <3 Heilsan Mamma
Utroligt at det allerede er 6 ár siden du rejste hjem til himmelen <3 Savner dig hver dag, men glædes over at for hver dag der går, er der en mindre til vi ses igen <3 :* elsker dig <3 :*
Í dag eru seks ár síðani tú fórt heim til Jesuspápa. Elskaði, elskaði, tú ert nógv saknaður. Muss og klemm og takk fyri alt, vit fingu saman her. Vit síggjast. Heilsan Mamma og vit øll
Í dag eru seks ár síðani tú fórt heim til Jesuspápa. Elskaði, elskaði, tú ert nógv saknaður. Muss og klemm og takk fyri alt, vit fingu saman her. Vit síggjast. Heilsan Mamma og vit øll
Í dag hevði tú fylt 26 ár. Tað er so torført at skilja, at tað longu eru fleiri ár síðani tú fórt til Jesuspápa. Vit sakna teg nátt og dag, og ikki minst, nú jólini eru í hondum. Jólini byrjaðu altíð við tínum føðingardegi, tá ið stjørnan varð tendrað. Tað var ein serligur gleðisdagur, frá tí, tú vart føddur. Takk fyri alt, tú vart og ert fyri okkum elskaði. Tú ynskti, at øll skuldu hava tað gott, og tað minna vit okkum á, tá ið longsulin herjar. Vit royna at fylla positiv upplivilsi inn í lívið aftur, og tú ert altíð við í hjartanum. Hav ein góðan dag, saman við øllum okkara kæru har, elskaði beiggi. Muss og klemm Heilsan vit øll Mamma
Kære Bjørn! I dag ville du blive 26 år. Det er svært at forstå, at der allerede er 5 år siden du rejste til himmelen. Jeg savner dig nat og dag min elskede søn. Hav en rigtig god dag sammen med alle dem vi har kær i himmelen. Knus og kram fra: Din elskede mor
Ingen mærkedage